Tormóður Petursson Djurhuus verður venjari hjá U21 og 3. deild í ár. Hóast hann hevur nógvar dystir á baki, framvegis hevur aldur til at spæla á U21, fer hann ikki at seta seg sjálvan frá byrjan.
– Eg fari at standa á dómaraseðlinum onkrar dystir, og um tørvur er á tí, so kann tað vera eg fari inn. Men tað fer ikki at vera soleiðis, at eg taki minuttir frá mínum leikarum.
Og júst tað við at geva leikarum minuttir í beinini, er leisturin hann ætlar sær at halda fram við, har U21 skal vera lopfjølin til vaksnamannadeildirnar.
– Málið í U21 er fyrst og fremst at menna leikararnar, so teir flyta seg bæði sum einstaklingar, men eisini sum lið.
Nógvir av leikarunum við U21 aldri spæla eisini við Betri og 1. deild. Tí er ikki altíð lætt at vita, hvørjir leikarar eru tøkir til hvønn dyst. Men sum útgangsstøði fer Tormóður eftir gullinum í bæði lands- og steypakappingini.
– Vit fara eftir at vinna hvønn dyst, men tað er torført at meta um mótstøðuna, og hvørjar leikarar eg havi til taks til hvønn dyst.
Og fyri 3. deild hevur hann eisini sett sær nøkur mál.
– Fyrst og fremst vil eg skapa eitt umhvørvi í 3. deild, har dreingir, ið vilja sleppa at spæla fótbólt og hava tað stuttligt, kunnu fáa nakrar dystir og venjingar í beinini, uttan at tað skal vera alt ov militert. Men vit hava sjálvandi eitt mál um at koma í A-bólkin, og at spæla við um uppflyting, sigur Tormóður at enda.
Venjingartíðirnar hjá U21 og 3. deild eru týs- og hósdag kl. 20.