Steypafinalur í vikuskiftinum

Tórsvøllur verður í vikuskiftinum karmur um árliga steypafinaluvikuskifti í ungdómsdeildunum, har vit eru umboðaði í tveimum finalum.

Leygardagin kl. 13 verður finalan hjá U15-dreingjunum. Teir møta grannunum úr B36. Í landskappingini hava U15-dreingirnir verið flúgvandi, har teir liggja á odda í endaspælinum við fullum stigatali. Mótstøðuliðið B36 liggur á 3. plássi, 11 stig aftanfyri. Liðini hava spælt fýra innanhýsis dystir í ár. Tríggir eru endaðir við HB-sigri og ein er endaður við javnleiki.

Kl. 16 byrjar finalan hjá U17-dreingjunum. Mótstøðuliðið er NSÍ. Eins og U15-dreingirnir, liggja U17 nr. 1 í endaspælinum. Liðini hava ikki spælt ímóti hvørjum øðrum í ár, tí NSÍ hevur luttikið í B-bólkinum.

Eftir ætlan skuldi U21-finalan spælast fríggjakvøldið 6. oktober, men hon er útsett til 3. ella 4. november.

Mynd: FSF