Spennandi finala í kvøld

Í kvøld kl. 18 spæla okkara U15-dreingir steypafinalu ímóti KÍ. Steypafinalurnar í ungdómsdeildunum teljast eftirhondini millum størstu dystir í árunum hjá ungum fótbóltsspælarum kring landið, og FSF ger eisini sítt fyri, at dystirnir skulu avgreiðast so professionelt sum gjørligt.

Og fyri at skapa veruligan finalustemning, verður eisini skipað fyri upphiting í HB-húsinum frá kl. 17.

Hetta hevur verið eitt strævið kappingarár hjá U15. Fleiri spælarar hava verið raktir av korona, nakrir merkja enn fysisku avleiðingarnar av tí.

Vegurin til finaluna gjørdist bæði drúgvur og spennandi, men hetta er eisini mennandi fyri spælararnar.

– Vit spældu eina langa og harða hálvfinalu ímóti B36, sum skuldi avgerðast við brotssparkskapping. Men vit hava lagt hana aftur um okkum, og vit eru klárir til finaluna. Vit vera mettir at vera favorittar, men tað er ikki tað sum avgerð fótbóltsdystir. Ein finala er ein finala.

– KÍ-liðið er á veg upp, og pílurin hjá teimum peikar rætta vegin. So tað verður alt annað enn ein lættur dystur, sigur Allan Dybczak, venjari hjá U15.

Hvussu er og ikki, so eru øll ógvuliga spent, og vit vóna at síggja nógvar HBarar á Tórsvølli í kvøld kl. 18.

Mynd: FSF