Ríkin venja U21

Tað verður Ríkin Napoleon Djurhuus, ið kemur at standa á odda fyri okkara U21-monnum í 2021. Umframt at hann var høvuðsvenjari hjá U17-dreingjunum í ár, var Ríkin eisini hjálparvenjari hjá U21-monnunum. So tað vera ikki heilt ókendir leikarar, ið Ríkin kemur at hava undir hond í næsta ár.