Eftir ætlan skuldi hann venja okkara U21-menn, og vera hjálparvenjari hjá Símun í 1. deild, men mongum brestir ætlan. Tí Ríkin hevur fingið fulltíðar venjarastarv í Íslandi, har hann skal næstbesta og U19-kvinnuliðini hjá felagnum Stjarnan. Fyri Ríkin er hetta ein stórur møguleiki, og vit vilja sum felag ongantíð standa í vegin fyri menningini hjá okkara venjarum og leikarum.
– Eg hevði jú sáttmála fyri komandi ár, so tað var fantastiskt at HB var so samstarvssinnað, beinanvegin tá eg segði frá um áhugan frá Íslandi, og tey vóru glað mína vegna fyri møguleikan, sigur Ríkin.
Í fjør var Ríkin m.a. høvuðsvenjari hjá U17-dreingjunum. Og hóast tað ikki bleiv til nakað steyp, er hann sum heild nøgdur við farna kappingarár, har menningin hevur verið stór.
– Árið í fór var eitt øgiliga gott ár í fjør, við stórari menning. Og eg havi stórar vónir til framtíðina hjá øllum leikarunum, ið eg slapp at arbeiða við í farna kappingarárið.
Hóast tað er keðiligt at missa ein so ídnan venjara úr felagnum, fegnast vit sjálvsagt um at okkara venjarar fáa slíkar møguleikar. Og hvør veit, kanska vit síggja Ríkin aftur í HB um nøkur ár, har hann kann koma við nýggjum íblástri til okkara venjarar og venjingarumhvørvi. Í øllum førum ynskja vit honum góða eydnu í Íslandi.