Kend andlit aftur í felagnum

Rasmus Nolsøe og Allan Dybczak verða venjarar hjá okkara U15-dreingjum komandi kappingarár.

Fleirfaldi føroyameistarin, og fyrrverandi verjugeneralurin á HB-liðnum hevur longu vunnið sær nógvar royndir sum venjari. M.a. hevur hann verið hjálparvenjari á okkara besta liði í 3 ár, har hann, saman við Heimir, lyfti okkum heilt upp á FM-tindarnar aftur. Seinasta árið hevur hann verið venjari hjá U17-landsliðnum, men hevur hann nú valt at koma heim aftur, fyri at vera við til at menna okkara ungu dreingir. Fyri fáum vikum síðani kundi hann leggja A-venjaraprógv aftrat sínum flotta cv.

Fá kenna okkara felag eins væl og Allan – tað er ein staðfesting! Fá kenna so nógv til fótbólt og fótbóltsvenjing sum Allan – tað er eisini ein staðfesting!

Allan hevur eftirhondini verið venjari í nøkur áratíggjur – bæði hjá ungdómi og vaksnum. At hann nú verður við til at leiða okkara ungu dreingir inn í framtíðina er nakað sum vit eru fegin um. Við Allani fáa vit ein royndan og nærlagdan HB venjara.

Skulu gera dreingirnar klárar til vaksnamannfótbólt

Føroyskur fótbóltur eru í stórari menning. Krøvini til leikarar í bestu deildini eru hørð, og nógv skal leggjast í ungdómin, fyri at gera tey til reiðar til vaksnamannafótbóltin.

– Vit vilja skapa eitt umhvørvi fyri dreingirnar, ið veruliga kann lyfta venjingarstøðið, og gera teir klárar til professionellu krøvini, ið nú eru sett á okkara Betri liði. Ikki bert tey fótbóltsfakligu, men eisini tey persónligu krøvini, sum skulu til, siga teir báðir

– Tá ið yvirleggjarin er settur so høgt hjá Betri-liðnum í felagnum, noyðast vit at fáa lyft yvirleggjarin hjá ungdóminum eisini. Hetta fáa vit einans gjørt við at gera dreingirnar tilvitaðar um, at tað krevst vilji, nærlagni og miðvís venjing, um ein vil spæla við okkara Betri-liði. Fyri at náa hesum málinum, hava vit m.a. gjørt avtalu við fysisku venjararnar í felagnum um, at teir koma at vera knýttir at dreingjunum hvørja viku. Vit gleða okkum til at møta dreingjunum og læra teir at kenna. Og vit síggja fram til eitt spennandi og mennandi kappingarár.

Vit í HB fegnast um, at Rasmus og Allan aftur koma at verða partur av gerandisdegnum í HB-húsinum.

Venjingin hjá U15-dreingjunum byrjar í januar, og kunna verður nærri á heimasíðuni, tá venjingartíðirnar eru fastlagdar.