Hann tekur ein steðg frá fótbóltinum, og verður ístaðin at síggja á síðulinjuni í 2024, har hann verður høvuðsvenjari hjá U15-dreingjunum.
Jákup hevur fyri stuttum verið undir skurðviðgerð í knænum. Ein skaði, sum hevur plágað hann síðani 2019. Skurðviðgerðin gekk væl, og nú er uppvenjing fyri framman. Uppvenjingin er drúgv, og tí verður Jákup ikki at síggja á vøllinum í 2024.
Men fótbóltinum sleppur hann ikki, tí komandi kappingarár vera tað okkara U15-dreingir, sum fara at njóta gott av vitanini hjá honum.
Vit fegnast um at Jákup framhaldandi verður virkin í felagnum, nú hann tekur ein steðg.