Nógv er hent á gentu- og kvinnusíðuni í felagnum í ár, og hetta vikuskiftið var einki undantak.
Bæði U15- og U13-genturnar spælt steypadystir í vikuskiftinum. Við einum 5-1 sigri á NSÍ, spældu U15-genturnar seg í steypafinaluna
Hjá U13-gentunum var talan um fjórðingsfinalu og grannauppgerð. Úrslitið var 2-0 til okkara gentur, sum harvið eru klárar til hálvfinaluna komandi vikuskifti.
Tvey U11-lið spældu í Gundadali. Her bleiv kempað um hvønn einasta bólt, og genturnar hugnaðu sær óført.
Heili 4 U7-lið vóru til kappingar leygardagin. Tvey á Eysturvølli og tvey á Argjum. Og eisini her lýsti spæligleðin úr gentunum.
Tá øll gentuliðini spældu so væl leygardagin, var trýstið á Betri-kvinnum stórt, tá tær sunnudagin spældu grannauppgerð ímóti B36. Og tær vildu ikki standa aftanfyri ungu genturnar, vunnu 2-0, og vístu at Havnin er reyð og svørt.