Aftur í ár skipa vit fyri fótbóltsskúlanum hjá FSF, men av tí at graslíkið á Niðara vølli verður skift í næstum, verður neyðugt at útseta fótbóltsskúlan til 16. og 17. august. Upprunaliga skuldi hann vera 28. og 29. juni.
Síðani umbyggingini av Tórsvølli fór ígongd, hava partar av Niðara vølli verið eitt byggipláss. Hetta hevur sett síni spor á graslíki, og tí skal tað skiftast í næstum. Men av tí at arbeiðið byrjar fyrr enn ætlað, verður neyðugt at útseta fótbóltsskúlan til 16. og 17. august.
Fótbóltssambandið boðar frá, at øll, ið hava atgongumerki, framvegis eru tilmeldaði. Men um tit av eini ella aðrari orsøk ikki kunnu luttaka, verður peningurin endurrindaður á sama gjaldskort, ið var nýtt við bílegging.
Vilja tit hava peningin endurrindaðan, skulu tit senda ein teldupost til FSF (doris@football.fo) í seinasta lagi fríggjadagin 9. juli. Í teldupostinum skulu tit upplýsa navn og bíleggingarnummar.
Mynd: FSF