Fjepparatiltøk í HB-húsinum

Í samband við at nøkur av okkara ungdómsliðum skulu spæla steypafinalur komandi dagarnar, verður skipað fyri fjepparatiltøkum í HB-húsinum.

Fyrst á skránni er finalan hjá U15-dreingjum. Hon verður spæld á Tórsvølli sunnudagin 26. september kl. 18. Fjepparatiltakið byrjar kl. 17, tá vit øll møtast í HB-húsinum og koma í rættan finaluhýr. Her verður bæði tónleikur og andlitsmáling, og møguleiki er eisini at fáa sær okkurt leskiligt.

Fríggjakvøldið 1. oktober og leygardagin 2. oktober spæla ávíkavist U13-dreingir og U15-gentur.

Kunning kemur seinni, um nær hesi tiltøk byrja.

Latið okkum øll standa saman um okkara ungdómslið, og vísa tað við at mála Tórsvøll reyðan og svartan allar dagarnar!