Tá 1. deild menn sunnudagin vunnu 2-1 á Víkingi, fingu teir fýra U17-spælararnir Jón Steingrímsson, Andreas Skeel Nolsøe, Archibald Black og William N. Djurhuus sínar fyrstu minuttir í vaksnamannafótbólti.
Jón var millum teir fyrstu 11, og bleiv avloystur av Archibald, tá ein góður tími var spældur. Andreas og William blivu báðir skiftir inn ímóti dystarenda.
Tað er altíð spennandi tá ungir og evnaríkir dreingir fáa møguleikan, og vit fylgja spent við teirra menning.