Úr kroysu í glæstriborg

Nýggja HB-húsið, sum tikið varð í nýtslu 23. januar 1993

Brot úr bókini “Koyr á HB”, sum Suni Merkistein skrivaði í samband við 100-ára føðingardagin hjá HB í 2004. Bókin fevnir um tíðarskeiðið 1955-2004, og er onnur bókin skrivað um HB.

Bókin fæst til keyps HER.

Gundadalur á leið 1930. Hvíti skúrurin høgrumegin er fyrsta HB-húsið
Gundadalur á leið 1930. Hvíti skúrurin høgrumegin er fyrsta HB-húsið
Felagshús í ymsum skapi

Tey, sum ikki vita um annað enn felagshúsini, sum nú eru, duga helst illa at ímynda sær, hvussu umstøðurnar hava verið fyrr.

Fyrsta HB-húsið var bygt í 1925. Hús er so nógv sagt, tí tað var ikki annað enn ein skúrur. Frá tí at vøllurin í Gundadali stóð liðugur í 1911 høvdu spælarar ikki kunnað verið undir taki har. Hesum hevði svárur saknur verið í.

Spælararnir plagdu vanliga at skifta við hús, áðrenn teir fóru á vøllin, og síðani til húsa aftur eftir dyst at vaska sær og skifta í reint. Stundum settust teir við áarbakkan at tváa tað ringasta av sær, áðrenn teir fóru til hús.

Bygginevndin hjá býráðnum gav HB loyvi til at gera skúrin, ið skuldi vera tíggju ferðir sjey alin. Hann varð mettur at kosta 700 krónur. Skúrurin varð bygdur á áarbakkanum áraka vestara málið. Hann var illa útgjørdur, tí har var einki vatn, og gólvið var úr mold. Húsið var gjørt úr blikkplátum, bæði veggir og loft. Innan var einki, men fram við vegginum stóðu beinkur. Útveggirnir rukku ikki heilt niður at, smádreingir høvdu tí fragd av at krúpa inn undir. Havnará rann opin framvið, tí fekk HB ikki loyvi til at gera vesi, sum hevði frárensl frá skúrinum.

Gundadalur miðskeiðis í 50unum. Myndin kann vera tikin, tá Føroyar og Hetland spældu í 1957. Á myndini sæst eisini gamla reyða HB-húsið, sum bygt varð í 1931.
Gundadalur miðskeiðis í 50unum. Myndin kann vera tikin, tá Føroyar og Hetland spældu í 1957. Á myndini sæst eisini gamla reyða HB-húsið, sum bygt varð í 1931.
Soleiðis húsaðist felagið í nøkur ár.

Í 1931 bygdi HB nýggj, stásilig timburhús. Býráðið og bygginevndin gingu á møti umsóknini frá nevndini í HB um loyvi til at byggja eitt hús eftir tekning, sum H.C.W Tórgarð, arkitektur hevði gjørt. Peningurin var fingin til vega við basari og øðrum inntøkum.

Húsið stóð í útnyrðingshorninum við vøllin. Hvørki vatn ella hiti vóru løgd inn, men annars vóru húsini innrættað av einslistum. At hvør spælari fekk lás til egið skáp var hildið at vera stórt framstig.

Í fimtiárunum var húsið útbygt. Tað var eitt neyðugt stig at taka, nú ungdómurin var farin at leggjast til í felagnum. Aðalfundurin í 1957 samtykti at seta 3000 krónur í serstakan byggigrunn. Umframt at umvæla húsini keypti HB lítla húsið hjá ítrottafelagnum Bragdinum, sum var ítróttafelag fyri frælsan itrótt. Húsið, ið stóð á gamla hondbóltsvøllinum í Gundadali beint norðan fyri fótboltsvøllin, varð í 1958 flutt og sett upp í HB-húsið. Hendan útbyggingin gjørdi góðan mun. Húsini at kalla tvífaldaðust upp í einar seksti fermetrar til støddar.

Men tað var framvegis eingin miðstøðuhiti í húsinum. Kortini bar til at fáa heitt vatn.

Men at vaska sær tók eina løtu. Eitt var, at spælarar mangan høvdu dálkað seg illa og vóru á kroppi eftir at hava tuskast á einum evjubloyttum grúsvølli, annað var, at strálurnar undan brúsuni vóru veikar, tí vatntrýstið var í minna lagi. Brúsurnar vórðu hitaðar upp við gasstóli. Men gasstólið kundi vera svikaligt. Viðhvørt gekk tað fyri við einum bresti, so at teir, ið inni vóru, komu svartir og avsvidnir undan aftur brúsunum. Sovorðnar dagar máttu spælarar stoyta seg undir kalt vatn. Skiftingarrúmið var so lítið, at skuldi tú sleppa turrføttur aftur í skógvarnar, var neyðugt at fara upp á beinkin at lata seg í. Í hinum endanum á húsinum var lítið felagshøli. Har stóð í nøkur ár borðtennisborð uppi.

Men tað lítla reyða HB-húsið við Havnará gjørdist skjótt ov trongt og ótíðarhóskandi. Býurin vaks, limatalið øktist, og trýstið á felagið herdist. Og tá ið B36 longu í 1963 tók nýtt, stásiligt hús í nýtslu fekk HB eyðvitað ikki sitið hendur í favn longur.

Stórt framstig

Tað var ikki fyrr enn í 1969, at sjøtil var settur á ætlanina at byggja nýggj hús.

Bygginevnd var sett við formanninum Jógvani á Lað á odda. Hinir í nevndini vóru Dánjal Mortensen, Kjartan Festirstein og Poul Michelsen. Felagið átti ikki nógvan pening, og tí mátti nógv sjálvboði arbeiði gerast, skuldi nakað spyrjast burturúr. Lamhauge og Waagstein fóru undir at byggja húsini sunnanfyri vøllin við síðuna av B36-húsinum í 1969, og tey stóðu liðug í 1971. Húsini kostaðu um 375.000 kr. Føroya Landsstýri læt um 30% í stuðuli. Nakrar eldsálir í felagnum veðhildu fyri byggingini.

Her sæst HB-húsið í 1967. Lonin sunnan fyri er gamla húsið hjá Bragdinum, sum varð bygt uppí HB-húsið í 1958. Í túninum sæst lítli pylsuvognurin hjá Poul Michelsen
Her sæst HB-húsið í 1967. Lonin sunnan fyri er gamla húsið hjá Bragdinum, sum varð bygt uppí HB-húsið í 1958. Í túninum sæst lítli pylsuvognurin hjá Poul Michelsen

At flyta inn í nýggja HB-húsið var ovurstórt framstig. Har var sum vera man rúmsáttari; til víddar var húsið 250 fermetrar. Innan vóru eisini allir hentleikar. Nú vóru karmar fyri heilt nýggjum felagslívi – eisini um veturin. Eitt nú var ein TV-deild stovnað. Bond við útlendskum fótbóltsdystum vórðu útvegað og víst fyri felagslimum og øðrum áhugaðum.

Ikki er at ivast í, at bøttu hølisumstøðurnar áttu sín stóra lut í tí stóra framburði, sum felagnum var fyri fyrrapartin í sjeytiárunum. Ítróttaliga var HB vorðin ein risi í føroyskum høpi; flaggskipið – 1. deild menn – stóðu nú í fagrasta blóma. Limatalið vaks í stórum, tí havnarungdómur gjørdi sanna innrás í felagið tey árini. Sama gongd sást eisini aðrastaðni.

Fótbólturin mentist stórliga um alt landið. Yngri deildir vóru skipaðar – seinni komu genturnar eisini upp í part.

HB-húsið í gerð á vetri 1970. Uppísetta myndin: Tað var vorðið sum framstig, tá ið HB í 1971 flutti í nýggj hús sunnan fyri vøllin. Í teimum húsaðist HB í 22 ár.
HB-húsið í gerð á vetri 1970. Uppísetta myndin: Tað var vorðið sum framstig, tá ið HB í 1971 flutti í nýggj hús sunnan fyri vøllin. Í teimum húsaðist HB í 22 ár.

Ráðini vóru kortini ikki til so umfevnandi bygging, sum felagið upprunaliga hevði sett sær fyri. Tí varð ætlanin at byggja tvær hæddir av ongum. Tann saknurin kendist sum frá leið alt svárari. Til endans var húsið vorðið ov trongt, tí felagið var rætt og slætt vaksið úr klæðunum.

Men at seta sær fyri at byggja nýggj hús var ikki frammarlaga í huganum á teimum, sum varðaðu av felagnum, tó at tørvurin nívdi. Áttatiárini vóru dýr at byggja í, og raksturin av felagnum var tungur.

Hóttafall

Samfelagsbúskaparliga vanstýringin í Føroyum í áttatiárunum endurspeglaði gongdina í HB hesi árini. Góðu úrslitini hjá felagnum fjaldu útyvir tann veruleika, at samsvar var ikki millum framd ítróttalig avrik og skynsamiligan fíggjarrakstur.

Ekkaloysi eyðkendi tey kátu áttatiárini, og peningastovnarnir vóru fúsir at veita lán. 13. mai 1987 var eykaaðalfundur í HB. Áminningarbrøvini um at gjalda leysaskuld vórðu nú vorðin nevndini sovorðin plága, at hon bað eykaaðalfundin um heimild at taka 800.000 krónur í láni. Einki var til hindurs fyri tí; peningastovnarnir játtaðu, og sama gjørdi eykaaðalfundurin.

Tað er ikki at taka seg aftur í, at felagið sigldi vandasjógv hesi árini. HB var í roynd og veru á tromini til at fara á húsagang. Skuldin var ovurhonds stór, meira enn ein millión, og felagið átti at kalla ongan tøkan pening, tá ið ársroknskapurin 1989 varð lagdur fyri aðalfundin. Avleiðingin var, at øll nevndin legði frá sær!

At ein stúrin felagslimur á fundi visti at siga, at fíggjarsterku grannarnir í B36 nú stóðu til reiðar at leggja reyð-svarta trotabúgvið undir seg, var ikki sagt í skemti, men í ramasta álvara!

Vend kemur í

Støðan var hættislig, tá ið fimm ungir menn á eykaaðalfundi í januar 1990 tóku á seg møtimiklu og lítið hugaligu uppgávuna at endurreisa felagið.

Starvsnevndin í 1990: Aftast f.v.: Erling Eysturoy, Pauli Hentze, Egil Sondum. Fremst f.v.: Bjarni Joensen, Kaj Leo Johannesen, Marni Mortensen og Jan Falkenberg Jensen
Starvsnevndin í 1990: Aftast f.v.: Erling Eysturoy, Pauli Hentze, Egil Sondum. Fremst f.v.: Bjarni Joensen, Kaj Leo Johannesen, Marni Mortensen og Jan Falkenberg Jensen

Í fyrsta umfari ráddi mest um at lívbjarga sær og halda tørn. Starvsnevndin legði sær nær at fáa fíggjarraksturin í trygga legu. Endamálið var at HB skuldi gerast skuldafrítt innan trý til fimm ár. Tí var neyðugt at skarva munandi av útreiðslunum og samstundis troyta allar inntøkumøguleikar.

Fyrsta stigið var at umskipa sjálvan nevndarbygnaðin í felagnum. Ein meginvansi hevði verið, at leiðslubygnaðurin var ikki dagførdur og lagaður til tað støðugt økta virksemið í felagnum. Ábyrgd og uppgávur skuldu nú leggjast á fleiri herðar. Bygnaðurin varð liðaður sundur í fjúrtan øki. Í alt 57 fólk tóku á seg ymsar álitisuppgávur. Felagið HB-stuðlar frá 1979 varð endurreist í 1989. Tey fóru alt fyri eitt at skipa fyri bingospølum, almennum dansi og lutaseðlasølu. Ein ungdomsnevnd fekst at virka sum bindilið millum starvsnevnd og yngru deildirnar. So væl og áhaldandi varð arbeitt, at tað skjótt fór at gera mun. Sáttmálar við nýggjar høvuðsstuðlar vóru gjørdir. Føroya Sparikassi og P/f Thomas Dam Ítróttur tóku á seg at umboða 1. lið hjá monnum. Í samstarvi við annan høvuðsstuðulin var nú farið undir at selja HB-búnan og serstøk HB-venjingarklæði. Og skjótt sóust børn – og vaksin við – í HB-búna, og við turriklæðum, húgvum og øðrum HB-lutum, ið stuðlafelagið útvegaði, og bilar hjá HB-viðhaldsfólki fingu HB-búmerkið á rútarnar. Samleikin og felagskenslan styrknaði.

At nýggja nevndin við Egili Sondum á odda eftir fáum árum var ment at stýra HB aftur á beint var óivað eitt bragd. Og tað var ikki alt! Nú setti nevndin sær annan risasetning fyri – at byggja nýggj hús!

At B36 í 1991 flutti inn i nýggju húsini við ovara vøll skundaði sum vera man undir ætlanina, men annað er, at hølisumstøðurnar høvdu leingi verið ótiðarhóskandi. Øllum var greitt, at áleikandi tørvur var á nýggjum húsum, men vóru ráðini til so kostnaðarmikla verkætlan?

Bæði í starvsnevndini og í stuðlafelagnum vóru tey misjøvn á máli. Fleiri himpraðust, tí felagið hevði so dánt vunnið seg aftur upp á slætt. Teir, ið strongdu á at leggja til brots, hildu afturímóti, at berast mátti skjótt at, skuldi studningur og lán við lagaligum treytum fáast til vega, tí tað var nú fari at sansa at búskaparliga í landinum.

Úrslitið var, at dirvið og áræði sigraði á ivanum og varseminum. Tað var óivað í tøkum tíma, at farið var til verka, tí tá ið herviliga búskaparkreppan seinni um árið kyknaði upp, var at kalla vónleyst at søkja um almennan studning til slíka bygging. Hevði verið drálað longri høvdu menn ligið sjóvarfallið av sær.

Nýggj hús

Ætlanin at byggja nýggj hús við ovara vøll í Gundadali var ikki bráðkomin. Longu miðskeiðis í áttiarunum umrøddu HB og B36 møguleikan at byggja hús saman. Ein felagsbygginevnd var sett, men henni var ikki langt lív lagað. B36 hálsaði um, tí tað vildi heldur fara undir slíka verkætlan fyri seg sjálvan.

B36 gjørdi álvara av hesari ætlan í 1990, tá spakin varð settur í. Á vetri 1991 stóðu nýggju B36-húsini liðug á eystara enda við ovara vøll. Húsini kostaðu 8,8 milliónir krónur.

Skrokkurin tekur skap. Nýggja HB-húsið er í umbúna. Soleiðis sá út í juni 1992
Skrokkurin tekur skap. Nýggja HB-húsið er í umbúna. Soleiðis sá út í juni 1992

Um somu tíð var nýggja HB-húsið komið á tekniborði. 23. august 1991 legði bygginevndin fyri starvsnevndina uppskot til skitsuprojekt, sum Karl Simonsen, arkitektur, hevði gjørt.

Byggingin varð mett til umleið átta milliónir krónur. Tórshavnar kommuna skuldi fíggja 40% av byggingini og landskassin 30%. Tað, ið eftir var, skuldi fíggjast við eginpeningi.

Stuðulin frá býraðnum var skjótt játtaður, afturímóti var stuðulin úr landskassanum í fyrsta umfari bara við í uppskoti hjá landsstýrinum til fíggjarlóg árið eftir. Stuðulin úr landskassanum skuldi gjaldast í avdrøgum. Farast skuldi tí undir at byggja fyri játtanina hjá býraðum. Eginpeningurin – 1,1 millión – varð fíggjaður við at selja gomlu felagshúsini og 350.000 krónum frá stuðlafelagnum.

Bygginevndin fekk heimild frá nevndini at royna at selja felagshúsið. Fleiri tilboð komu. Bridgefeløgini – Bridgedeild Kaggans, Havnar Bridgefelag og Nýggja Bridgefelagið høvdu besta tilboðið.

Á eykaaðalfundi 7. desember 1991 mælti bygginevndin aðalfundin til at selja gamla felagshúsið fyri 800.000 kr., og um heimild at fara at byggja nýggj hús fyri 8,1 mió krónur, sambært teimum tekningum og tilboðum, ið vóru komin inn.

Bygginevndin hjá HB mælti til at taka av lægstu tilboðunum upp nýggja húsið. Fimm boð vóru komin inn um arbeiðstøkusáttmálana. Pihl & Søn høvdu lægsta tilboðið; 6.047.000,00.

Umframt teir vóru aðrir undirarbeiðstakarar. Kostnaðurin allur var 7,8 mió. Í upphæddina var innbúgv ikki íroknað. Formaðurin í bygginevndini, Jógvan á Lað, heitti á aðalfundin um at geva nevndini heimild at byggja fyri 8,1 milliónir krónur, fyri at leggja upp fyri hesum.

Á nýggum eykaaðalfundi í HB 13. febr. 1992 var eittans mál á skránni; atkvøðast skuldi um at heimila starvsnevndini at undirsksiva øll skjøl í málinum um at selja gomlu felagshúsini – matr. nr. 1268a – fyri 800.000 krónur, og at byggja nýggj hús fyri 8,1 milliónir krónur. Upplýst varð, at HB skuldi lána 4,5 mió. frá Føroya Sparikassa. Lánið var stuðulin til húsið og áskoðaraplássið frá býráðnum. Býráðið rindaði sjálvt avdrátt og rentur, men HB skuldi veita neyðuga trygdina – veðhaldið í nýggja húsinum. Gjaldstíðin fyri lánið og tí eisini veðhaldið var fimm ár. Veðhaldið fevndi eisini um 3,5 mió. í byggiláni, sum felagið noyddist at taka á seg eitt skifti, tá at seinni parturin av stuðlinum frá Føroya Landsstýri var ikki goldin fyrr enn árið eftir. Hetta vóru somu treytir, sum B36 mátti ganga undir fyri stuðulin, ið býráðið lat.

Uppskotið var sett undir atkvøðugreiðslu, og allir 43 limirnir, ið møttir vóru, veittu starvsnevndini sítt samtykki.

Eftir at formaðurin hevði slitið fundin tók formaðurin í bygginevndini, Jógvan á Lað, orðið. Í fáum, men nýtum orðum takkaði hann nevndini, ið tók við í 1990, fyri framúr gott arbeiðslag. Hann heitti á fundarfólkið at rópa eitt trýfalt hurra fyri nevndini – og so var gjørt.

Nýggja HB-húsið, sum tikið varð í nýtslu 23. januar 1993
Nýggja HB-húsið, sum tikið varð í nýtslu 23. januar 1993

29. desember 1992 handaði byggifelagið E. Pihl & Søn HB nýggja felagshúsið. Tá vóru ikki meira enn slakir tíggju mánaðir gingnir frá at byggisáttmalin var undirritaður.

Kostnaðurin í alt – við innbúgvi – var 8,3 milliónir krónur.

Húsið er 1.047 fermetrar til støddar og er i trimum hæddum. Rúmini eru nógv. Nevnast kunnu sjey skiftingarrúm og tvey serrúm til dómarar og venjara, eitt væl útgjørt kondirúm, tveir køkar, við lyftu, tvær rúmligar hallir á ávíkavist 130 og 186 fermetrar til støddar, umframt nevndarrúm, stuðlastova og aðra stovu. Og uttan er áskoðarapallur við plássi fyri meira enn 400 áskoðarum.

Nýggja HB-húsið var alment tikið í nýtslu leygardagin 23. januar 1993.

Ikki er gott at siga, hvørjum standi Havnar Bóltfelag hevði verið í í dag, høvdu tey stig, ið átrokandi, men møtimikil vóru at taka fyrst í nítiárunum, framvegis ligið á láni.

Men vinnarahugburðurin hevur altíð eyðkent HB!

Egil Sondum, formaður frá 1990 til 1992
Arbeiðsformaðurin – Egil Sondum

Egil Sondum var maðurin, sum breut upp um armar, tá ið felagið mátti

hjálpast á føtur aftur. Tey trý árini, ið hann sat sum formaður frá 1990 til 1992, breyt í bæði borð. Egil royndist felagnum hollur hetta tíðarskeiðið. Hann hevði alneyðuga yvirlitið í øllum andglettinum, og átti dirvi og hegni at taka torførar og týðandi avgerðir. Hann var áræðin og fram um alt ótroyttiligur í sínum virkisfýsni. Afturat sær hevði hann eisini dugnaligar og arbeiðssamar starsbrøður í starvsnevndini og tí endurstovnaða stuðlafelagnum.