Í vikuskiftinum var innandurakapping í Vági. Kappingin var fyri Old Girls 35+, Old Boys 35+ og Old Boys 45+, og vit høvdu eitt lið í hvørjum 35+ bólki.
Vegna stórt mannfall vóru vónirnar hjá Old Girls ikki tær heilt stóru. Gunn gjørdist eisini sjúk á veg suður, so tað stóð ikki væl til tað løtuna. Men kvøldið fyri kappingina hittust bæði liðini til eina hugnaløtu hjá bøfressunum, og tá kveiktist ein vón í kvinnunum, tá eingin annar enn Christian Mouritsen bjóðaði seg fram sum mentalvenjari.
Hvat bleiv sagt og ikki, verður ikki avdúkað her, men stórur dentur bleiv lagdur á vinstrabeini. Hvussu alt gekk upp í eina hægri eind, skilir ongin. Men tað vísti seg at rigga, og kvinnurnar endaðu í finaluni. Her vístu VB-kvinnurnar seg tó at vera ov sterkar, og vunnu 3-0. Men frá ongum vónum til eitt 2. pláss, má sigast at vera góðkent.
Betri gekk hjá monnunum. Teir spældu seg eisini í finaluna, har serliga Christian Mouritsen brillieraði við sínum eyðkenda vinstrabeini. Ein mótstøðuleikari vildi vera við, at sjálvt tá Christian vendi ryggin til málið, endaði bólturin í trýkantinum.
Men tað var ein annar vetaranur, ið avgjørdi finaluna. Støðan var 2-2, tá Jóhan Troest Davidsen, í seinastu sekundunum, tók sakina í egnar. Við einum plaseraðum innarusíðuskoti fleyg bólturin framvið vinum og fíggindum, og endaði í málinum. VB-fjøldin var sum sligin á nevið. Tó hoyrdist ein vágbingur fegnast um málið, samstundis sum hann legði enn eitt steyp til samlingina.
Toppskjútti hjá HB gjørdist ongin annar enn Allan, sonur fyrrverandi HB formannin Birgir Enghamar.
Ikki hevur verið nógv at sæð til Old Boys 35+, men kanska hetta avrikið í Vági hendan dagin, hevur givið teimum blóð upp tonnina.
Steðgurin í Suðuroy bleiv eitt sindur longri enn ætlað, tá Smyril avlýsti síðsta túrin fyri veður. Men tað fór eingin illa av, so túrurin endaði aftur hjá bøfressunum til vælsmakkandi riv.