Special Olympics-liðið hjá okkum var á árliga Ítróttafagnaðinum hjá ÍSF kosið at vera Ítróttaátakið 2022.
Í grundgevingini skrivar ÍSF at Special Olympic fótbóltsliðið er eitt átak við vikuligari venjing fyri vaksin við menningartarni. Men tað er ikki bara venjing. Liðið hevur eisini umboðað Føroya til altjóða kappingar við framúr úrslitum.
Í oktober umboðaði liðið Føroyar í Special Olympics smálandakapping í Liktinstein. Dreingirnir avrikaðu sera væl og komu heim aftur sum vinnarar av B-bólkinum.
Umframt, at hetta var eitt avbera gott ítróttaligt avrik, so er talan eisini um eitt átak, sum á fyrimyndarligan hátt livir upp til treytirnar fyri at vera kosið ársins átak, skrivaði innstillingarnevndin í innstillingarkunngerðingini.
Við tilboðnum um regluliga venjing fyri hesum málbólkinum, verður felagsskapurin styrktur og víðkaður soleiðis, at vaksin við menningartarni eisini eru virkin partur av fótbóltsfamiljuni.
Vit eru sera errin av teimum. Og sum formaðurin og venjarin hjá Parasport-liðnum, Páll Mohr Joensen, segði í takkartaluni, so er tað í breiddini vit standa sterkast.
Hjartaliga til lukku!