Special Olympics liðið í uppskoti til ítróttaátakið 2022

Okkara Special Olympics lið er í uppskoti til at gerast ársins ítróttaátak hjá ÍSF. Hesir røsku ungu venja hvørja viku, og hava eisini verið til smálandakapping í Liktinstein. Ítróttarliga gekst eisini væl, og teir komu heim aftur við steypi, eftir at hava vunnið b-bólkin.

ÍSF skrivar m.a. í síni grundgeving, at umframt, at hetta var eitt avbera gott ítróttaligt avrik, so er talan eisini um eitt átak, sum á fyrimyndarligan hátt livir upp til treytirnar fyri at vera kosið ársins átak. Við tilboðnum um regluliga venjing fyri hesum málbólkinum, verður felagsskapurin styrktur og víðkaður, soleiðis, at vaksin við menningartarni eisini eru virkin partur av fótbóltsfamiljuni.

Tilboðið er skipað í samstarvi millum HB, Parasport Føroyar og FSF.

Vinnarin verður kosin á stórum tiltaki leygarkvøldið 4. februar.