Nú er klárt at taka okkara nýggja høli í brúk, sum okkara leikarar fara at brúka til at styrkja seg kropsliga. Gamla veitsluhøllin hevur fingið nýtt innihald og leikarar okkara nýggjar møguleikar.
Mikukvøldið 19. februar kl. 19 bjóða vit øllum at koma til eitt tiltak, har vit taka nýgjørdu hølini alment í brúk. Vit skulu stutt hoyra um, hví HB metir hetta neyðugt, og hvør hugsanin er – eins og vit geva hølinum navn.
Sebastian Dam, sum er okkara fysiski venjari, greiðir stutt frá týdninginum av kropsstyrki í dagsins og framtíðarinnar fótbóltsspæli – og greiðir stutt frá, hvat tey ymisku “djórini” í hølinum skulu brúkast til.
Tað verða okkara fýra heiðurslimir, sum alment taka høllina í brúk. Aftaná verður okkurt lítið sunt ábit, vatn, kaffi, te og okkurt til søtu tenninar. Vit vóna, at nógv tykkara nýta høvið til at støkka inn á gólvið fyri at síggja okkara nýggja átak, sum skal tryggja, at HB altíð er frammanfyri!