Mánadagin 7. juni andaðist Petur Sigurð Rasmussen.
Petur Sigurð spældi sín fyrsta dyst á besta mansliðið okkara í 1953. Í 1955 vardi hann málið, tá ið HB loksins vann sítt fyrsta FM-heiti. Og seinni sama ár vunnu Petur Sigurð og HB eisini Ísafjarðarsteypið – ein søgulig greipa.
Petur Sigurð hevur vunnið 3 meistaraheiti og heili 5 steypakappingar fyri felagið.
Petur Sigurð spældi sín seinasta dyst fyri besta manslið okkara í 1969. Tó steðgaði hann ikki við at stuðla felagnum. Væl upp í ellisárini var Petur Sigurð at síggja við vøllin – bæði í Gundadali og uttanfyri bøgarðarnar.
Ein merkismaður og góður HB’ari er farin.
Vit senda eina samhugakvøðu til familjuna.
Havnar Bóltfelag
Petur Sigurð var venjari hjá okkara unglingum, har hann vann trý FM-heiti á rað.