Leygardagin 21. september var seinasta kapping í Old-girls í ár.
Áðrenn kappingina lógu okkara niðast av fimm liðum við einans 8 stigum. Vit mistu 12 stig, tá vit ikki fingu mannað lið til næstseinasta umfar.
Tá royndu vit við øllum kreftum at finna fólk. Sjálvt Heilsumálaráharrin bleiv spurd, men hon var tíverri stødd uttanlanda í “týdningarmiklum” ørindum. Ikki nógv hevur størri týdning enn Old girls, halda vit, men ymiskar eru áskoðaninar á hetta.
Fýra dystir vóru á skránni leygardagin – 07 Vestur, FC Suðuroy, B71 og B36.
Tað endaði við tveimum sigrum og tveimum javnleikum. HB-07 Vestur 2-1, HB- FC S 2-2, HB-B71 1- 0 og B36-HB 0-0. Málskjúttar vóru Kristina 3, Liljan 1 og Ása H. C. 1.
Hetta førdi okkum á eitt triðja pláss og eru vit heilt væl nøgdar.
Tað vísir seg hvørt ár til seinasta umfar, at tá gera allar alt fyri at vera við. Bæði børn og makar fáa ansing henda dag, kvøld og nátt. Heili 16 HB kvinnur møttu, og tað er fantastiskt.
Tað gleðiliga eisini leygardagin var, at tríggir leikarar vóru til kapping fyri fyrstu ferð. Tað vóru Barbara á Dunga, Malan á Dunga og Simona Heinesen. Gott við einum góðum málmanni aftrat sum Simonum, sum er von at berjast í tí villu náttúruni í Grønlandi. Tað minni góða var, at báðar á Dunga løgdu so hart ut, at tær gingu hálvskaddar eftir næsta dyst longu. Ikki so at blíva 35 plus og halda man er í toppform, sum í yngri árum.
Nú hava tær vetrafrí at koma seg í til 2025, tá vit herja á aftur.
Vit ynskja B36 hjartaliga tillukku