Tann hugflogsríki lesarin hugsar helst við at kasta eitt lítið glimt á myndina, at hesar damur nokk fara til Mallorca til eina bikini kapping. Men so er ikki….hesa ferð.
Okkara Old girls eru ávegis til Mallorca til eina fótbóltskapping fyri kvinnur 35+. Tíverri mátti ein geva avboð í seinastu løtu. Tað tók ikki langa umhugsunartíð hjá einari HB-smágentu úr Vági (- les yngri enn 35 ár) at pakka kuffertið og loypa avstað. Tað er loyvt at hava ein ella tveir leikarar við millum 30-35 ár.
Eitt annað avboð kom eisini áðrenn fráferð. Gunnar Mohr hevði bjóðaði seg fram sum liðleiðara stutt eftir, at hann bleiv skurðviðgjørdur í eygunum og fekk betri sjón. Men tíverri lagaði tað seg so, at hann mátti arbeiðsørindi júst hesar dagarnar. So hesa ferð verður ongin liðleiðari við á ferðini.
Nú verkfall so brádliga bleiv lýst og rakti flogvøllin, kom eitt sindur av panikki í ferðalagið. Tí Atlantic kom við eini áheitan, og mældi øllum til helst at hava einans hondviðføri við, og ikki meira viðføri um neyðugt. Er ikki alt neyðugt, sum ein Old girl tekur við til slíka fótbóltskapping?
Tað eru tveir bolkar fyri kvinnur 35 +. Bólkurin hjá okkum verður spældur fríggjadagin. Leygardagin spælir hin bólkurin og sunnudagin er finaludagur.
Sjálvt um hetta er ein fótbóltsferð, og møguliga onkur sær tað sum eina venjingarlegu, so verður helst eisini tíð til eitt sindur av hugna og at lufta okkurt bikini um viðrar.
Í ferðalagnum eru: Ann Hansen, Gunn Sloan Müller, Elin Christiansen, Liljan av Fløtum, Edith Samuelsen, Beinta Danielsen, May-Britt Eystberg og Jenny í Heiðunum.
Vit ynskja Old girls góða eydnu og góða ferð. Møguliga vit hoyra meira frá teimum seinni.
Tit kunnu eisini fylgja Old girls á Instagram @hb_old_girls.