Nevndin í HB-stuðlum skipað

Í gjárkvøldið høvdu HB-Stuðlar aðalfund. Ikki tær stóru broytingarnar fóru fram. Turið og Uni vóru afturvald, meðan Bjarni ikki heldur fram í Stuðlanevndini, nú hann er farin í starvsnevndina í staðin. Nýggj í nevndini er Rakul Hansen. Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Turið Láadal Sejersdóttir, formaður
Uni Nielsen, varaformaður
Fríðunn Niclassen, skrivari
Niels Uni Dam, nevndarlimur
Tommy Falkenberg, nevndarlimur
Rakul Hansen, nevndarlimur

Benny Falkenberg og Heðin Weihe eru tiltakslimir.

Endamálið hjá HB-Stuðlum er at savna pening inn til felagið. Ynskir tú at gerast limur í HB-Stuðlum, ber til at tekna seg, við at trýsta HER.