Nú smittutrýstið er so høgt, er landsstýrið komið við nýggjum koronatilmælum. Og fyri at minka um smittuvandan, hava vit valt at fylgja hesum, og steingja tí HB-húsið. Í fyrstu atløgu er hetta galdandi í 10 dagar frá í dag av. Tað vil siga til og við fríggjadagin 12. november.
Vit fylgja støðuni, og koma við nýggjari kunning, um støðan broytist.