Hugnakvøld

Mikudagin 12. mai verður aftur skipað fyri hugnakvøldi í HB-húsinum.

Frá kl. 17 til 19 er hugnakvøld fyri tey yngru upp til og við U11. Millum annað koma leikarar hjá Betri kvinnum og monnum at skriva autografar.

Kl. 19.30 heldur hugnakvøldið fram fyri tey frá U13 og eldri, og kl. 20 kemur fysiski venjarin hjá Betri monnum, Helmand Hamid, at halda ein fyrilestur um fysiska venjing.

Kioskin verður opin alt kvøldið.

Allir HBarar eru vælkomnir.