HB vælkoyrandi í 2020

P/F Bilasølan verður ein av høvuðsstuðlunum hjá HB í 2020.
 
– Vit síggja Havnar Bóltfelag sum flaggskipið í føroyskum fótbólti, og tí er tað sjálvsagt áhugavert hjá okkum at samstarva við HB.
 
– Fótbóltur, og serliga HB, fær nógva umtalu í miðlunum, og tað vilja vit fegin vera ein partur av. Volkswagen og Audi eru eisini sera virkin og sjónlig í altjóða fótbóltshøpi, so tað at stuðla fótbóltinum, gevur góða meining fyri okkum, sigur Gunnar Justinussen, stjóri í Bilasøluni.
 
Bilasølan varð stovnað í 1993. Í 2015 yvirtók Gunnar Justinussen fyritøkuna.
 
Bilasølan umboðar Volkswagen, Audi, Skoda og Mazda.
 
Síðstu árini eru virksemi økt nógv, og í 2017, 2018 og 2019 var Volkswagen mest selda bilmerkið í Føroyum.
 
Í HB fegnast vit um at P/F Bilasølan gerst ein aktivur viðspælari í felagnum.