HB-Stuðlar: Nevndin heldur fram

Aðalfundur hjá HB-Stuðlum var í gjár. Byrjað var við formansfrágreiðingini fyri farna árið. Árini 2020 og 2021 vóru nógv merkt av korona, men í 2022 kom endiliga gongd á aftur nakað av tí virkseminum, ið HB-Stuðlar vanliga skipa fyri, m.a. busstúrar til útidystir. Og ætlanin er at skipa fyri fleiri túrum í 2023.

HB-Stuðlar hava sum endamál at stuðla HB fíggjarliga, og í 2022 varð stuðlað við næstan 400.000,- kr., har ein stórur partur fór til umvælingar og umbyggingar av HB-húsinum.

Nevndarlimir í HB-Stuðlum verða valdir fyri tvey ár í senn. Hesa ferð stóðu Niels Uni, Fríðunn og Heidi fyri vali. Tey stillaðu øll upp aftur, og blivu einmælt vald. Benny og Heðin taka eisini eitt tørn afturat sum tiltakslimir, og tískil heldur nevndin fram óbroytt, og skipaði seg soleiðis beint eftir fundin:

  • Turið Láadal Sejersdóttir, formaður
  • Uni Nielsen, varaformaður
  • Fríðunn Niclassen, skrivari
  • Niels Uni Dam, nevndarlimur
  • Heidi Falkenberg, nevndarlimur
  • Høgni Berg, nevndarlimur
  • Benny Falkenberg, tiltakslimur
  • Heðin Weihe, tiltakslimur

Vilt tú gerast limur í HB-Stuðlum? Tekna teg HER.