Manglar tú enn jólagávuna til HBaran, er upplagt høvi at støkka inn á gólvið í HB-húsinum mikudagin 21. desember millum kl. 17 og 20.
Her fært tú m.a. árskortið, sum gevur atgongd til allar heimadystir í landskappingini hjá Betri monnum í 2023. Keypir tú árskortið áðrenn jól, sparir tú 35% í mun til vanligan atgongumerkjaprís.
Til ber eisini at keypa í nethandlinum. Seinasta freist at keypa fyri jól, er hósdagin 22. desember.