Nú coronasmittan er farin at gera alsamt meira um seg, hava vit valt at fylgja tilmælinum frá heilsumynduleikunum, har mælt verður frá at savnast í størri bólkum. Hetta merkir, at øll ungdómsvenjing i felagnum er avlýst frá í dag og tvær vikur fram.
Hetta er ein keðilig støða at vera í, men vit meta hetta átakið at vera neyðugt fyri at minka um smittuvandan. Vit mugu øll standa saman um hetta, og heitt verður tí á øll um at vísa samfelagsatlit og fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, soleiðis at alt samfelagið sum skjótast kemur í rættlag.
Um tað verða nakrar broytingar, verður kunnað um hetta sum skjótast.
Vinarliga
Havnar Bóltfelag