FSF boðar frá, at eftir tilmæli frá heilsumynduleikunum, hevur Kappingarnevndin í Fótbóltssambandi Føroya avgjørt at útseta allar fótbóltskappingar, fyribils fram til 1. mai. Hetta er galdandi fyri allar kappingar fyriskipaðar av FSF. Tað merkir at eingin dystur verður spældur í lands- ella steypakapping, og er hetta galdandi fyri bæði vaksnamanna- og barnafótbóltin.
Vit í HB fylgja eisini tilmælum frá mynduleikum og ÍSF, um at avlýsa allar venjingar til og við 13. apríl. HB-húsið er eisini stongt í hesum tíðarskeiði.
Kunnað verður aftur, tá okkurt nýtt er at frætta.