Ein heilsan frá Berthel

Góðu HBarar

Ein hjartans tøkk til tykkum øll fyri eina fantastiska og ógloymandi tíð í HB. Takk fyri at eg slapp at leiða tykkara felag til stórar upplivingar í 2020. Tað hevur verið ein heiður at deila hetta søguliga kappingarárið við tykkum, og eg seti stóran prís á tey fólk og eri komin at kenna, og á hvørt vinarlag eg havi knýtt á leiðini.

Tit hava víst ein brennandi hug til hetta, og samstundis víst mær stórt álit. Eg havi møtt forvitni og áhuga í tí vit hava gjørt. Undran og stúran. Gleði og stoltleika. Virðing og viðurkenning. Alt hetta hevur prógvað fyri mær, at tað vit hava gjørt í felag, hevur haft stóran týdning fyri nógv fólk.

Hetta gleðir meg, og hevur gjørt saknin til familjuna minni. Nú fekk eg møguleika at koma nærri at teimum aftur, og hetta var ein møguleiki eg ikki kundi siga nei til. Samstundis eri eg sera errin av, at okkara avrik í HB hevur givið mær møguleikan at gerast venjari í Superliguni aftur.

Eg fari at fylgja HB sum stórur fjeppari. Framtíðin sær ógvuliga spennandi og bjørt út, við einum evnaríkum leikarahópi, dugnaligum venjarum, góðum fólki rundan um felagið og teimum bestu og mest trúfastu fjepparunum man kann ynskja sær.

Takk fyri eina frálíka tíð. Vit síggjast.

 

Kærar heilsur

Berthel