Nú arbeiðið við nýggja langhylinum í svimjihøllini er byrjað, verður økið runt HB-húsið eitt byggipláss. Komandi tíðina verður nógv stór og tung ferðsla í økinum, serliga fram við vegnum oman til HB-húsið. Hetta ger at tað verður sera trongligt at koyra, og tí kann tað gerast vandamikið at ferðast til gongu. Tí fara vit at heita á øll, sum koma við bili, um at parkera og seta fólk av aftanfyri vestara skýlið, við innkoyring frá Gundadalsvegnum.
Tey sum koma til gongu eystanifrá, og vanliga ganga fram við Fimi, verða biðin um at ganga umvegis Gundadalsvegin, og koma til húsið fram við ovara vølli. Tað verða gjørdar ymiskar tillagingar við vegnum oman til Fimi, tí tað er einasta inngongd til tey, sum skulu hagar. Parkeringsforboð er sett á vegnum oman við Fimi, har nógvir bilar vanliga standa.
Vit heita á øll, børn sum vaksin, um at hugsa um trygdina, og at virða hesar broytingar, meðan arbeiði við langhylinum fer fram.