Sum áður boðað frá, verður aðalfundur felagsins í HB-húsinum í kvøld, 7. februar, kl. 20.
Skrá sambært lógum felagsins.
Til ber at gjalda limagjaldið fyri 2022 frammanundan. Tað verður gjørt á nethandlinum við at trýsta HER. Nýggir limir kunnu eisini tekna seg.
Dagsskrá:
- Frásøgn formansins frá farna árinum
- Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar
- Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum
- Val av roknskapargrannskoðarum
- Innkomin mál: Uppskot frá nevndini um viðtøkubroyting í sambandi við innkalling til aðalfund, so tað ikki er neyðugt at lýsa í bløðunum, men bert á heimasíðuni.
- Ymiskt
Nevndin