Árligi aðalfundurin var í kvøld, og onkrar broytingar eru í nevndini. Formaðurin seinasta árið, Tormóður Stórá, ynskti ikki at halda fram í nevndini. Ynski var um at víðka nevndina til 7 limir, umframt tveir varalimir. Nevndin skeyt upp at Lars Müller og Ingi Rasmussen blivu valdir í nevnd, og hetta varð einmalt samtykt. Nýggir varalimir eru Gunnar Mohr og Rúni Mohr.
Nevndin skipaði seg beint eftir fundin, og nýggjur formaður er Páll Mohr Joensen. Varaformaður er Lars Müller.
HB vil takka fráfarandi formanni fyri sítt arbeiði fyri HB, bæði sum formaður og sum nevndalimur seinastu 7 árini, og ynskja honum alt tað besta í framtíðini.