Stóra føðingardagsveitslan verður leygarkvøldið 9. november. Og sum siður er, byrjar veitslan kl. 19.04, har vit bjóða vælkomudrykk. Síðani verður farið til borðs, har matskráin sær soleiðis út:
Forrættur: rækjubland við salati, mango, galia melón, cherry tomat og sitrón dressingi
Høvuðsrættur: oksafilet við petit eplum, frískum grønmeti og HB sauce
Omaná: sjokolátakøka við ísi og fruktpuré
Drykkivørur til borðhaldið eru ikki íroknaðar, men til ber at keypa vín, øl og sodavatn afturvið.
Aftaná borðhaldið verður dansur.
18 ára aldursmark.
FREISTIN AT KEYPA ATGONGUMERKI ER FARIN