Tríggjar á landsliðnum

A-landsliðið við kvinnum skal spæla tveir venjingardystir ímóti Luksemborg í apríl.

Til hesar báðar dystirnar hevur Svenn Olsen, sum er virkandi landsliðsvenjari hjá kvinnunum, tikið 22 spælarar út, har millum tríggjar úr HB. Tær eru Sarita Maria Mittfoss, Ása Stórá Carlsen og Rúna Jacobsen. Eisini er Julia Naomi Mortensen, sum spældi við okkara kvinnuliðið fram til summarið 2021, millum tær úttiknu.

Dystirnir verða báðir á útivølli, og verða spældir 5. og 8. apríl. Hetta er liður í fyrireikingunum til UEFA Nations League, sum kvinnulandsliðið skal luttaka í fyri fyrstu ferð. Kappingin byrjar tíðliga í heyst, og lutakast verður 2. mai.

Myndir: FSF