Landsliðsvenjarin hjá kvinnum hevur sett navn á tær 22, sum skulu umboða Føroyar ímóti Norðurírlandi og Hvítarusslandi. Á listanum finna vit heili 6 kvinnur úr HB. Og harvið eru vit best umboðaða felagið hesa ferð. Tær úttiknu úr HB eru:
Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen
Sarita Maria Mittfoss
Kára Djurhuus
Julia Naomi Mortensen
Jónvá Hentze
Sara Samson Lamhauge
Kvinnurnar hava haft eitt skiftandi kappingarár, men við 6 landsliðsleikarum boðar tað eisini frá at tær eru á rættari kós. Nakað sum høvuðsvenjarin hjá kvinnum, við sama navni sum landsliðsvenjarin, sjálvsagt fegnast um.
– Vit eru sum felag sjálvsagt errin av at landsliðsvenjarin hyggur okkara veg, hóast úrslitini ikki hava verið eftir vild í seinastuni, sigur John.
John hevur allatíð lagt dent á, at vit fyrst og fremst skulu skapa eitt mennandi umhvørvi á gentu- og kvinnusíðini. Við tíðini skulu úrslitini eisini síggjast aftur í tí arbeiðnum, sum verður lagt fyri dagin. Men fyrst og fremst ræður tað um halda halda fast í verandi kós, har dentur verður lagdur á menningina.
– Vit miðja eftir at skapa eitt umhvørvi har leikararnir mennast. Tí skulu vit bæði halda uppá núverandi leikarar, samstundis sum at vit eisini skulu verða áhugaverd fyri aðrar leikarar. Vit eru ikki í einari støðu har vit bara hugsa um úrslit. Vit taka fótbóltin, og alt tað sum fylgir við, í álvara. Hetta skal so viðvirka til at vit fara at bjóða av í toppinum. Tað er okkara mál.
Vit í felagnum eru errin av øllum okkara landsliðsleikarum, heilt frá ungdómslandsliðum til A-landsliðið. Stóra umboðanum á gentu- og kvinnusíðuni ber boð um, at vit hava fleiri spennandi leikarar á veg. Bæði fyri felagið og landsliðið.
A-landsliðið hjá kvinnum skal sum nevnt spæla tveir dystir. Fríggjadagin 18. september spæla tær ímóti Norðurírlandi, og dysturin móti Hvítarusslandi verður týsdagin 22. September. Báðir dystirnir byrja kl. 17:00, og verða spældir á Tórsvølli.