Fýra landsliðsboð

Føroyska A-landsliðið við kvinnum skal í næstum spæla fyrstu dystirnar í Nations League. Og nýggi landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen, hevur úttikið fýra HB-kvinnur til teir báðar dystirnar.

Tær fýra eru:

  • Rúna Jacobsen
  • Ása S. Carlsen
  • Sunniva Willemoes
  • Fridrikka Clementsen

Rúna og Ása hava báðar verið í landsliðshitanum fyrr, og hava spælt ávíkavist sjey og tríggjar landsdystir. Sunniva og Fridrikka hava ikki spælt A-landsdystir áður, men hava spælt ungdómslandsdystir.

Føroyar eru í bólki við Montenegro, Kýpros og Aserbadjan. Hesa ferð eru tveir dystir á skránni. Tann fyrri verður á heimavølli móti Montenegro 22. september, áðrenn leiðin gongur suður í Miðarhavið og Kýpros, har dystur er á skránni 26. september.