Í juni mánað fer A-landsliðið við kvinnum til Litava, har tær skulu luttaka í Baltic Cup. Umframt vertstjóðina luttaka eisini Estland og Lettland í kappingini.
Í hópinum á 21 spælarar, eru tær fýra úr HB – Julia Helena Dal Henriksen, Julia Naomi Mortensen, Sara Samson Lamhauge og Sarita Maria Mittfoss. Hetta er fyrstu ferð á Julia Helena er úttikin til A-landsliðið.
Fyrsti dysturin verður 10. juni ímóti Estlandi. Vinnarin av hesum dystinum møtir so vinnaranum millum Litava og Lettland. Hesin dysturin verður spældur 13. juni.
Vit ynskja teimum til lukku við úttøkuni, og bestu eydnu í komandi landsdystum.
Mynd: portal.fo