Føroyska A-landsliðið við kvinnum skal spæla tveir heimadystir í Nations League í oktober. Og til teir dystirnar hevur Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari sent boð eftir 22 spælarum, har ímillum tær fýra úr HB; Sunniva Willemoes, Rúna Jacobsen, Fridrikka Clementsen og Ása Stórá Carlsen.
Tær fýra vóru allar við seinast, og eru harvið afturvaldar til komandi dystirnar. Sum sagt eru tveir heimadystir á skránni, og teir verða ímóti ávíkavist Aserbadjan og Kýpros. Dystirnir verða spældir 27. og 31. oktober.