A-landsliðið við kvinnum fer undir nýggja EM-undankapping í apríl, og hópurin til komandi avbjóðingarnar er úttikin.
Millum tær 20, sum eru úttiknar hesa ferð, eiga vit tríggjar. Tær eru Rúna, Sunniva og Fridrikka, sum allar vóru við seinast.
Føroysku kvinnurnar skulu spæla tveir dystir á útivølli hesaferð ímóti ávíkavist Grikkalandi og Montenegro. Men áðrenn tær fara avstað, seta tær hol á landskappingina. Fyrsta umfar verður spælt leygardagin 30. mars, og vit hava heimadyst ímóti Víkingi.