Í einari dramatiskari finalu megnaðu U15-dreingirnir at draga longra stráðið, og vinna steypafinaluna ímóti B36.
B36 legði seg á odda í fyrra hálvleiki, men 10 minuttir fyri leiklok javnaði Silas B. Joensen. Í síðstu minuttunum brendu vit bæði brotsspark, og fingu eitt mál kolldømt fyri rangstøðu.
Í umdystinum bleiv brekkan enn brattari, tá vit fingu eitt reytt kort. Men hóast ein mann í undirtali, megnaðu vit at halda B36 frá at skora, og so skuldi brotssparkskapping til.
Og her vóru okkara stinnari, og skoraðu øll brotsspørkini, meðan B36 brendi trý. Eitt bleiv skotið uppum málið, meðan málverjin, Ragnar Heinason, bjargaði tveimum.
Dagsins leikari gjørdist Jógvan í Skála.
Vit ynskja U15-dreingjunum hjartaliga til lukku við steypasigrinum.