Í gjár, 6. november, lat FM1 árligu fótbóltsheiðurslønirnar. Hjá kvinnunum var Sunniva vald á ársins lið 2024. Umframt at vera á ársins liði, var hon eisini í uppskoti til at gerast ársins miðvallari.
Sunniva telist millum stuðulsleikarnar hjá Betri-kvinnum, og hóast hon bert er 20-ára gomul, hevur hon longu rundað teir fyrstu 100 dystirnar á besta liðnum. Máltev hevur hon eisini, og hon hevur skotið 48 mál fyri besta liðið, har av tey 17 eru skotin í ár.
Gunnvá var eisini í uppskoti sum ársins málverji.
Vit ynskja Sunnivu til lukku við heiðrinum.