Leygardagin varð Sunniva kosin besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum í mai mánað
– Eg eri errin og sera glað fyri heiðurin. Eg royni altíð at arbeiða hart og verða betri, so at fáa eina slíka viðurkenning er nakad heilt serligt. Tó eiga mínir liðfelagar og toymið rundan um liðið eisini ein stóran part í hesum, tí uttan tey, hevði hetta ikki borið til, sigur Sunniva við FSF.fo
Sunniva skoraði mál í øllum dystunum, sum hon spældi í mai mánað. Tríggir landskappingardystir og ein landsdystur.
Tað eru venjararnir í teimum átta feløgunum í Betrideildini hjá kvinnum, ið velja besta leikaran hvønn mánað.
Mynd: FSF.fo