Eftir hálvtannað ár í útlegd er Rebekka Benbakoura aftur at síggja í reyðum og svørtum.
Rebekka telist millum allarbestu álopsleikarar í landinum, og við 64 málum í 104 dystum prógva tølini, at hon finnur vegin til málið.
Hon er uppvaksin í HB, men í 2023 valdi hon at royna aðrar leiðir, og fór ein túr til Klaksvíkar. Her hevði hon eitt gott kappingarár, og gjørdist toppskjútti hjá KÍ við 21 málum. Síðani gekk leiðin til Grikkaland, har hon spældi við Kastoria í bestu deildini.
Nú er kósin so sett heim aftur, har hon er ein kærkomin styrkur til besta kvinnuliðið, nú tær spæla um at koma í meistarabólkin í Betri-deildini.
Vit ynskja Rebekku vælkomnari heim.
Kvinnurnar hava tríggjar dystir eftir í grundspælinum, og skulu hava eitt stig fyri at tryggja sær pláss í meistaraspælinum. Næsti dystur hjá kvinnunum er sunnudagin 11. august, á heimavølli ímóti NSÍ. Síðani er ein heimadystur ímóti TB/FCS/Royn komandi mikudag, áðrenn grundspælið endar í Hoyvík, sunnudagin 18. august.
Myndir: RSmedia / HB
Hagtøl: FaroeSoccer