Lisa skiftir til HB

17-ára gamla Lisa Haraldsen úr Sørvági spælir komandi kappingarár við HB.

Álopssinaði leikarin hevur leikt øll síni barnaár við 07 Vestur og er eisini skrásett fyri 48 dystir og 12 mál har vesturi.

Lisa hevur umboðað Føroyar á øllum ungdómslandsliðunum, og eisini her hevur Lisa skorað fleiri mál. Lisa er serliga kend fyri sítt máltev og sanniliga eisini sína sera stóru arbeiðsorku.

Vit í HB eru sera fegin at fáa Lisu við í okkara unga og spennandi leikarahóp.

Hagtøl: FaroeSoccer