Leygardagin 20. mars byrjar Betri Deildin hjá kvinnunum.
Fyrsta uppgávan er vesturi á Dungsandi, har uppflytararnir 07 Vestur taka ímóti.
Í mun til í fjør, so eru 8 lið í Betri Deildini hjá kvinnum. Hetta merkir so at kappingarleisturin verður eins og hjá monnunum, har liðini spæla tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum.
Trýst á myndina fyri at síggja hana í fullari stødd.