Lutakast hevur verið til fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum. Og okkara kvinnur skulu í fyrstu royndini í at verja steypið, spæla ímóti felagsliðnum ÍVB. Liðini hava hitst einaferð í landskappingini í ár, og tann dysturin endaði við javnleiki 1-1.
Dysturin verður á heimavølli, og verður spældur 28. oktober. Hetta er sostatt eftir at landskappingin er liðug. Hálvfinalurnar hjá kvinnum verða spældar 13. november, og finalan verður á Tórsvølli leygardagin 21. november.