Kvinnurnar farnar ígongd

Fyrireikingar hjá kvinnunum til komandi kappingarár eru byrjaðar.

Á fundi mánakvøldið varð mett um júst farna kappingarár, og mál fyri komandi ár vórðu sett.

Kvinnunevndin, ið er mannað við Lydiu, Arna og Magnus var við á fundinum, og tey eru eisini farin til verka at fyrireika komandi ár.

Meira verður at frætta frá kvinnunum skjótt, og kanska okkurt nýtt navn legst afturat hópinum.