Eftir ein langan uppstart, rullar bólturin endiliga aftur hjá kvinnunum sunnudagin. Okkara kvinnur skulu í fyrsta umfari til Klaksvíkar, har føroyameistararnir úr KÍ taka ímóti. Drúgvi uppstarturin hevur verið avbjóðandi, men kvinnurnar eru 100% til reiðar til kappingina, sigur Sara Samson Lamhauge.
– Uppstarturin hevur verið tungur og øðrvísi, vegna korona. Avbjóðingin hevur verið, at vit bert hava vant tríggjar saman, og hava verið minimalt saman sum lið. Tá ið vit vandu tríggjar saman, var fokus mest á bóltspælið, har vit so fingu styrki- og renniprogram at gera heima. Hetta er tó broytt nú, har vit venja allar saman aftur. Og tað er ordiliga deiligt.
Nakrar broytingar eru á liðnum. Onkrir royndir leikarar eru farnir, meðan Kári Reynheim er nýggjur venjari. Langi steðgurin hevur sjálvsagt ávirkað møguleikan at spæla liðið ordiliga saman, men tó verður neyvan talan um nakra kollvelting, tá tosað verður um spælistíl.
– Av tí at vit ikki hava verið so nógv saman enn, er tað ringt at siga um spælistílurin er broyttur. Men útfrá onkrum vinardysti, haldi eg, at spælistílurin er broyttur á tann hátt, at vit spæla meira saman. Men vit eru væl fyri, og hava vant nógv kondi og styrki einsamallar, tá ið vit ikki hava kunnað vant saman, sigur Sara.
Seta sær høg mál
Í fjør vunnu kvinnurnar steypakappingina, og endaðu á 2. plássi í landskappingini – 4 stiga aftanfyri KÍ. Men stendur tað til Saru, so verður siktað enn hægri í ár:
– Høvuðsmálið hjá liðnum má verða er vinna bæði FM og steypafinaluna í ár. Vit skulu, sum lið, vera klárar frá byrjan, varðveita fokus og fara eftir sigrinum hvønn dyst. Vit hava mist nakrar leikarar frá í fjør, men hava eisini fingið fleiri góðar leikarar inn. Vit eru 100% klárar til kappingarárið. Og nú tá áskoðarar aftur sleppa til dyst, vóna vit at fáa góðan stuðul, sigur hon at enda.
Kappingin byrjar sum nevnt sunnudagin, og hon sær út til at blíva spennandi. KÍ kann neyvan renna undan favorit leiklutinum, men eisini er vert at nevna ”nýggja” liðið í deildini – NSÍ – sum sær sera sterkt út. M.a. við Heidi Sevdal á odda, sum vit kenna so væl í HB. Men líkamikið hvat, so gleða vit okkum til at kvinnurnar sleppa aftur á vøllin, at gera tað sum tær hava vant fram ímóti í fleiri mánaðar.