Eftir at Christopher Harrington fyri stuttum gavst sum venjari hjá Betri-kvinnum, hevur felagið gjørt skjótt av og funnið ein avloysara. Og talan er um eitt kent navn, tí vit hava í dag gjørt sáttmála við Kára Reynheim, um at standa á odda fyri okkara besta kvinnuliðið.
Kári er sum nevnt eitt kent navn í føroyskum fótbólti. Bóltsnillingurin spældi m.a. 119 dystir á okkara besta mansliðið, har hann skoraði 31 mál. Harumframt hevur hann eisini spælt 27 A-landsdystir, og skotið 2 mál. Í venjarahøpi er Kári heldur ikki heilt ókendur, har hann m.a. hevur verið venjari hjá fremstu mansliðunum hjá NSÍ og ÍF.
Nú er alt gingið so skjótt, og hetta er ein nýggj avbjóðing hjá Kára. Men málið fyri kappingarárið er púra greitt.
– Tær høvdu eitt gott kappingarár í fjør, og tær høvdu eitt mál um at vera við í oddinum aftur í ár. Og tað málið haldi eg fast í, sigur Kári.
Til spurningin um hvønn spælistíl vit fara at síggja frá kvinnunum, sigur Kári seg ikki hava lagt seg eftir nøkrum serligum stíli, men at hann skal hava tað besta burturúr leikarunum.
– Tíðin kemur at vísa hvønn spælistíl vit fara at hava. Man má justera tingini eftir teimum spælaranum man hevur. Tað týdningarmesta er at skipað liðið væl, bæði offensivt og defensivt, óansæð hvørjar typur eg havi. Tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki at arbeiða út frá tí tilfari eg havi, og tað verður tað heldur ikki hesa ferð, sigur Kári at enda.
Vit bjóða Kára vælkomnan aftur í HB, og fegnast um at hann hevur tikið av avbjóðingini, um at standa á odda fyri okkara Betri-kvinnum.