Halla komin úr FC Hoyvík

Í summarsteðginum hava kvinnurnar fingið tilgongd av 16-ára gomlu Hallu Morgan Ejdesgaard ú FC Hoyvík.

Hon hevur, hóast sín unga aldur, verið ein av lyklaleikarunum hjá FC Hoyvík í ár, har hon hevur spælt 11 dystir. Eisini hevur hon umboðað U15-, U16- og U17-landsliðini hjá Føroyum, har tað higartil er blivið til 20 landsdystir tilsamans.

– Halla er ein spennandi ungur leikari, sum eg havi fylgt leingi. Hon spælir á vinstra vongi, er sterk ein ímóti einum og er trygg frammanfyri málinum, sigur Lukasz í stuttari viðmerking

Vit bjóða Hallu vælkomnari í Gundadal.