Í fjør endaðu okkara bestu kvinnur nummar trý, 17 stig aftanfyri føroyameistaran.
Í ár endaðu tær nummar tvey, fimm stig aftanfyri føroyameistaran.
Í dag hava vit longt sáttmálan við venjaran hjá HB-kvinnunum, Allan Dybczak.
Framgongdin hevur verið eyðsæð hesi árini. Fyrraárið endaði HB nummar fýra í bestu kvinnudeildini, 29 stig aftanfyri føroyameistaran. Síðani Allan tók yvir, hevur hann flutt okkum eitt stig fram á stigatalvuni hvørt ár og økt stigatalið við 10 stigum hvørt ár. Harumframt hevur hann ført HB í steypafinaluna bæði árini, hann hevur verið venjari, men tíverri hevur tað endað við teprum eitt máls tapi báðar ferðir.
Eingin ivi er um, hvat málsetningurin er komandi kappingarár – nú skal steyp á hillina!
Hann hevur drúgvar royndir sum venjari í bestu kvinnudeildini. Tvey tey seinastu árini hevur hann vant okkara bestu kvinnur, eins og hann gjørdi frá 2011 til og við 2014. Tey bæði árini hjá grannunum fyri sunnan í 2007 og 2008 tosar eingin um longur. Í 2015 og 2016 vandi hann næstbesta mansliðið og U18-liðið, men skifti í fjør aftur til kvinnurnar.
Umframt at taka sær av bestu kvinnudeildini fer Allan Dybczak eisini at vera dómarasamskipari hjá felagnum.
HB og Allan Dybczak hava skrivað undir tvey ára sáttmála.
Koyr á Allan, koyr á kvinnur og koyr á HB!